Íslendsk kvota á veg

Íslendsk kvota á veg
Makrelkvotan kemur í hesari vikuni
Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharri
 
22.04.2014 - 09:17

Íslendska makrelkvotan verður 147.000 tons í ár.  

Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharri, fer at kunngera í hesari vikuni, hvussu stór makrelkvotan verður í ár. 

Morgunblaðið sigur seg tó vita, at kvotan verður 147.000 tons. Tað eru 16,5 prosent av teimum 890.000 tonsunum, sum ICES heldur vera ráðiligt at fiska í ár.

Ísland er ikki við í fimm ára semjuni, sum hini strandarlondini, teirra millum Føroyar, gjørdu. Men í fjør heyst samdust Ísland og ES um, at íslendski parturin av heildarkvotuni skuldi vera 11,9 prosent.   

Sambært semjuni millum strandarlondini ber til at fiska eina millión og 238.000 av makreli í ár.

193.000 tons eru sett av til Ísland og Russland.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946