Anita ikki undantaksloyvi

Anita ikki undantaksloyvi
Landsstýrismaðurin fer at biðja løgtingið um loyvi til Fiskiveiðieftirlitið at draga gørn og senda reiðaranum rokningina
Anita hevði ikki undantaksloybi at lata gørnini standa í vikur. Og Brimil kundi ikki draga tey fyri Anitu
 
22.04.2014 - 10:48

Reiðaríið hjá Anitu hevði ikki undantaksloyvi at lata gørnini hjá Anitu standa í sjónum longur enn 72 tímar.

Men reiðaríið hevði bara Anitu til at draga gørnini. Og Anita fekk siglingarbann frá Sjóvinnustýrinum, tá skipið kom í føroyska havn 23.februar.

Fiskiveiðieftirlitið kundi heldur ikki tvinga reiðaríið til at taka gørnini inn.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Gunnvør Balle, løgtingskvinnu.

Jacob Vestergaard sigur eisini, at Fiskiveiðieftirlitið metti seg ikki hava heimild til at útvega annað skip ella lata eitt av sínum egnu skipum draga gørnini hjá Anitu og senda reiðaranum rokning fyri tað.

Fiskiveiðieftirlitið kundi havt drigið gørnini fyri egnu rokning, men tað loyvir fíggjarkarmurin hjá stovninum ikki. Harafturat eru hvørki Brimil ella Tjaldrið egnað til at draga gørn, reiðskapurin hevði farið illa, og fiskurin hevði farið fyri borð, sigur landsstýrismaðurin. 

Fiskimálaráðið fekk 4.mars í fjør eitt bræv frá Føroya Fiskimannafelag, sum boðaði frá lógarbroti, bæði viðvíkjandi manningarviðurskiftunum á Anitu, og at Anita hevði landað í Miðvági, har sum eingin innvigingarskipan er.

Fiskimálaráðið sendi skrivið til Fiskiveiðieftirlitið, sum svaraði Fiskimannafelagnum 6.mars í fjør, at Anita hevur góðkenda innvigingarskipan. Fiskinum nýtist tí ikki at fara um aðra innvigingarskipan, tá hann kemur í land. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur ikki, at tað er í lagi, at myndugleikin onga heimild hevur til at lata gørnini draga fyri eigarans rokning.

Hann sigur, at hann fer at biðja løgtingið um slíka heimild. 

Gørnini hjá Anitu stóðu í fimm vikur til tey vórðu drigin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981