- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nicolaj vann á stórabeiggja
Nicolaj vann á stórabeiggja
Føroyameistari í einmansleiki í badminton er Nicolaj Gunnarstein, sum vann á eldra beiggja sínum

Brøðurnir Benjamin og Nicolaj Gunnarstein spældu finaluna í einmansleiki í badminton. Nicolaj vann 2-0
12.04.2014 - 17:19
Finalan í einmansleiki hjá monnum í badminton stóð millum tveir brøður, Benjamin Gunnarstein og Nicolaj Gunnarstein.
18 ára gamli Nicolaj vann 2-0 á beiggja sínum, sum er trý ár eldri. Settúrslitini vóru 21-11 og 21-16. Hetta var fjórðu ferð, at Benjamin er í FM finaluni, men hann fekk onki at rigga í dag, meðan Nicolaj spældi væl og álopssinnað so at siga allan dystin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV