- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunlarnir avmarka fíggjarliga rásarúmið
Fíggjarliga byrðan, sum landskassin noyðist at átaka sær í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, fer at avmarka rásarúmið hjá landskassanum tey árini, tunlarnir verða gjørdir.
Tí landskassin noyðist at útvega trygd fyri byggifíggingini.
Ein so stór fíggjarliga byrða tey árini, byggingin varar, vil alt annað líka avmarka fíggjarliga rásarúmið hjá landskassanum sama tíðarskeið, sigur Búskaparráðið í einari viðmerking, sum Rættarnevndin hjá løgtinginum bað um, tá nevndin viðgjørdi uppskotið um báðar undirsjóvartunlarnar.
Uppskotið, sum løgtingið samtykti í gjárkvøldið.
Búskaparráðið vísir á, at í fyrstu syftu bindur verkætlanin landskassan at gjalda 400 mió. kr. í partapeningi og 10 milliónir í rakstrarastuðli til Sandoyartunnilin um árið.
Harafturat skal øll verkætlanin fíggjast, bæði meðan tunlarnir verða gjørdir, og tá teir eru lidnir.
Her kann illa hugsast annað enn, at landskassin má átaka sær hesa ábyrgd, um verkætlanin skal fremjast.
Spurningurin er, sigur Búskaparráðið eisini, hvussu nógv fígging fæst frá føroyskum lánveitarum og norðurlendska íløgubankanum, NIB.
Spurningurin er eisini, hvør rentan verður, og hvussu stóran part landskassin má veita við ábyrgdarláni.
Gjaldið fyri at brúka tunlarnar verður tikið úr peningarenslinum, og teir pengarnir vera tí ikki tøkir at brúka til annað, sigur Búskaparráðið.