Stórveldi samráðast við Iran um kjarnorku

Stórveldi samráðast við Iran um kjarnorku
Eitt nýtt samráðingarumfar um kjarnorkuætlaninar hjá Iran byrjar um ein mánaða
 
09.04.2014 - 15:55

Londini, sum skulu finna eina loysn, eru USA, Stórabretland, Frakland, Týskland, Rusland, Kina og Iran.

Tann 13. mai skulu Iran og tey seks stórveldini aftur hittast til samráðingar, sigur ein vesturlendskur sendimaður sambært tíðindastovuni Reuters.

Partarnir hava sett freistina fyri at finna eina varandi semju um iransku kjarnorkuætlaninar at vera tann 20. juli.

Sendimaðurin, sum hevur tosað við Reuters, vil vera dulnevndur, men hann var í dag við á fundinum í Wien millum stórveldini og Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV