- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sparingar raka nú Hamragarð í Vági

Suðuroyarportalurin skrivar, at sum skilst, er spart í reingerðini, og eitt starvsfólk varð í gjár sagt úr starvi. Stovnurin hevur fingið boð um at spara 60 tímar afturat um vikuna fyri at spara 700.000 kr.

Í brævi til fjølmiðlar í farnu viku vístu starvsfólk á, at frammanundan er røktin longu skorðin inn á bein, og at starvsfólkini eru stúrin um hvørjar umstøður, tey hava at bjóða eldru borgarunum.

SÍ EISINI Køkurin letur aftur 1. mai

Í verandi løtu er reingerðingin minimal, ein náttarvakt er spard burtur, og allir ítrivstímar eru spardir burtur. Starvsfólkini hava fingið at vita, at einasta loysn er at steingja køkin í vikuskiftunum.

Matur til vikuskiftini skal sostatt vera klárur tíðliga fríggjadag, og hitast upp til leygardag og sunnudag. Jastrid Nielsen, leiðari á ellis- og røktarheiminum í Vági, hevur onga viðmerking, annað enn, at skalt tú spara, so rakar tað altíð onkran.