Nýggjur formaður í Reiðarafelagnum fyri farmaskip

Nýggjur formaður í Reiðarafelagnum fyri farmaskip
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, er nýggjur formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip
 
07.04.2014 - 10:17
Annfinn V. Hansen er farin frá sum formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip. Stjórin í Skansi Offshore, Jens Meinard Rasmussen er nýggjur formaður í felagnum. Formansskifti var formelt gjørt á aðalfundinum í felagnum hósdagin í farnu viku, skrivar Vinnuhúsið í tíðindabrævi. 
 
Hentzar Steingrímsson, Kaj M. Petersen og Jónas Sigmarsson vóru afturvaldir og Christian Danielsen er nýggjur í nevndini.

Sambært fráfarandi formanninum, so byrjar felagið at síggja vinningin av føroysku altjóða skipaskrásetinini (FAS)

- At so nógv skip nú eru skrásett í FAS-skipanini hevur sjálvsagt sína positivu ávirkan á avleidda virksemið og t.d. arbeiðspláss fyri føroyskar sjómenn. Eisini skapar henda vinna nýggj vitunararbeiðspláss á landi. Búskaparliga íkastið av avleidda virkseminum av FAS byrjar nú av álvara at síggjast aftur í føroyska samfelagnum, so sigast má, at í mun til endamálið við skipaskránni, so gongur eftir ætlan, skrivaði fráfarandi formaðurin í ársfrágreiðingini. 

Sambært tíðindabrævinum hevur felagið 25 limir, sum umboða 75 skip. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946