- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfør og skip kanna nýggjar slóðir

Leitingin eftir horvna MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, ið hvarv á túri frá Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina 8. mars, verður nú víðkað.

Hetta hendir, eftir at eitt kinesiskt verjuskip hevur loftað signalum, ið kunnu stava frá sonevndu svørtu kassunum á flogfarinum, um tað liggur á havsins botni í Indiska Havinum.

Síðan í gjár, leygardagin, hava verjuskip í leitiøkinum loftað trimum signalum, ið kunnu stava frá horvna flogfarinum. Tvær ferðirnar í gjár, leygardagin, og aftur í morgun, sunnumorgunin.

Tíðin um at renna út

Battaríini í sonevndu svørtu kassunum halda umleið 30 dagar. Tískil seta myndugleikarnir nú alla orku inn at finna flogfarið, áðrenn tað verður ov seint at finna flogfarið við signalum frá svørtu kassunum.

- Tað er tó als ikki vist, at signalini stava frá MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, men vit mugu royna tað, vit kunnu, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar, sambært tíðindastovuni AP.

Einki ítøkiligt er kortini funnið eftir horvna flogfarið, hóast leitað hevur verið í fýra vikur uttan íhald eftir horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines. 239 fólk vóru við flogfarinum, tá tað hvarv.