Sildakvotan er nú býtt

Sildakvotan er nú býtt
Føroyar eiga 21 túsund 594 tons av norðhavssild í ár. Tað avgjørdu Ísland, Noreg, ES og Russland fríggjadagin.
Føroyar eiga 21 túsund 594 tons av norðhavssild í ár. Tað avgjørdu Ísland, Noreg, ES og Russland fríggjadagin.
 
31.03.2014 - 10:13

Londini býttu sildakvotuna eftir býtislyklinum, sum var gjørdur í 2007. Heildarkvotan í ár er 418.500 tons. Men Føroyar góðtaka ikki longur gamla býtislykilin.

Í fjør áttu Føroyar 32.000 tons sambært býtinum, sum varð ásett í 2007. Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, avgjørdi, at føroyska kvotan var 105 túsund tons.

Hetta gjørdi, at ES tann 28.august í fjør kunngjørdi handilsforðingar móti Føroyum.

Norðhavssildin er illa fyri, lítið legst afturat og árgangirnir síðani 2004 eru smáir. Tí er heildarkvotan so lítil í ár. Hon er góð 200 túsund tons minni enn hon var í fjør.

Á heimasíðuni hjá norska Fiskimálaráðnum harmast fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, um, at Føroyar ikki eru við í avtaluni um 2014. Men tað var ikki gjørligt at fáa Føroyar við, sigur hon.

Sildakvotan er býtt soleiðis, at Noreg fær nógv mest, 255 túsund 277 tons, Ísland fær 60 túsund 722 tons, Russland 53 túsund 650 tons og ES 27 túsund 244 tons. Eftir eru so 21 túsund 594 tons til Føroya, sum sambært býtislyklinum frá 2007 eiga knappliga 5,2 prosent av kvotuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946