- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantic Airways keypir partabrøv aftur

Seinnapartin í dag fær partafelagið Atlantic Airways loyvi til at keypa partabrøvini, sum vórðu seld privatum íleggjarum, tá ein triðingur av felagnum varð einskildur í 2007.

Felagið hevur eykaaðalfund í Sørvági í dag. Nevndin í felagnum biður eykaaðalfundin um loyvi til at keypa partabrøvini fyri kursin 210. Eingin ivi er um, at felagið fær loyvið at keypa partabrøvini aftur.

Tí Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at atkvøða fyri uppskotinum. Tá landið eigur tveir triðingar av Atlantic Airways, er atkvøðan hjá landsstýrismanninum á eykaaðalfundinum, avgerandi.

Fer at kosta Atlantic Airways 72 mió. kr.

Løgtingið hevur tikið undir við, at føroyska flogfelagið verður 100 prosent alment aftur. Tað fer at kosta Atlantic Airways 72 mió. kr. at keypa partabrøvini, sum vórðu seld í 2007.

Tá, í 2007, var politiska ætlanin at selja ein triðing afturat av felagnum. Men tann ætlanin varð ongantíð framd, og nú er ikki undirtøka fyri henni í løgtinginum.

Tey, sum keyptu partabrøv í 2007, kenna seg snýtt, tí partabrøvini hava lítlan og ongan áhuga hjá teimum, sum selja og keypa partabrøv í keypsskálunum.

Nevndarformaðurin ynskir frið kring Atlantic Airways

Landið eigur meirilutan í felagnum og landsstýrið ræður tí einsamalt. Minnilutapartaeigarar halda seg hava gjørt eina vánaliga íløgu og hava harafturat onga ávirkan á felagið. Í februar varð so boðað frá, at nú skuldi Atlantic Airways aftur gerast alment burturav.

Tað er eingin loyna, at viðurskiftini viðvíkjandi privatiseringini - og óvissan, um einskiljingin heldur fram, hava elvt til ófrið rundan um felagið.

Slíkt kann ikki halda fram, og tí vil nevndin hava hesi viðurskifti í rættlag. Tað er eisini av alstórum týdningi, at friður valdar kring Atlantsflog, nú lagt verður til brots av nýggjum, segði Niels Mortensen, nevndarformaður, við útvarpið í februar.