- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinverjar dáma væl laksin hjá Bakkafrost
Síðani 2009 hevur Bakkafrost lagt seg eftir at selja laks til Kina. Og í fjør var sølan hagar 122 prosent størri enn í 2012. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri, við heimasíðuna Undercurrent News.
Bakkafrost seldi fyri slakar 370 milliónir krónur til Kina í fjør. Knappliga 27 prosent av útflutninginum hjá Bakkafrosti fóru til Kina.
Kina keypir mest av alilaksi frá Stóra Bretlandi, men Føroyar eru næststørsti útflytari av laksi til Kina.
Sambært Undercurrent News er tó illgruni um, at norskur laksur fer til Kina gjøgnum Vjetnam fyri at sleppa undan innflutningsbanni í Kina. Stýrið í Kina er ikki so fegið um, at kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk friðarheiðursløn Nobels í 2010. Og tað kemur øðrum londum, sum útflyta til Kina, væl við.