- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stoltenberg nevndur sum nýggjur Nato-aðalskrivari
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, stendur í fremstu røð at taka við sum Nato-aðalskrivari, tá Anders Fogh Rasmussen gevst í starvinum í heyst, skrivar italska blaðið La Republica. Jens Stoltenberg vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini.
Starvstíðin hjá Anders Fogh Rasmussen er úti í heyst, og væntandi verður nýggjur aðalskrivari tilnevndur, tá Nato-londini hava toppfund í september.
Sambært italska blaðnum taka amerikanski forsetin, Barack Obama, og týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, undir við, at Jens Stoltenberg fær starvið.
Onnur, sum verða hildin at hava møguleika at fáa starvið sum Nato-aðalskrivari, eru bretski verjumálaráðharrin, Philip Hammond, pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, og fyrrverandi italski uttanríkisráðharrin, Franco Farattini.
Tjóðskapurin vigar tungt, tá avgerð skal takast. Av tí at sitandi aðalskrivarin er dani, ivast fleiri í, um tann, sum fær starvið, eisini verður norðurlendingur.