Høgni vil hava meira at vita um heilsudeplar

Høgni vil hava meira at vita um heilsudeplar
Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, vil hava at vita frá Karsteni Hansen, lanndsstýrismanni, hvørja ætlan hann hevur við heilsudeplunum.
Høgni Hoyal vila hava meira at vita um heilsudeplarnar, sum Karsten Hansen ætlar at seta á stovn.
 
19.03.2014 - 10:25

Høgni Hoydal sigur, at sambært tí, sum er komið fram um ætlanina við heilsudeplum, skulu kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur, ið røkja heilsutænastu, savnast í hesum deplum.

Í dag hava kommunurnar sambært lógini um kommunulæknaskipan skyldu at útvega kommunulæknum viðtøluhøli og útgerð. Høgni Hoydal spyr tí, um landið nú skal yvirtaka hesar skyldur, og eisini gera av, í hvørjum kommunum og á hvørjum plássum, viðtøluhøli skulu vera.

Spurningurin er settur eftir grein 52 í tingskipanini, og hann skal svarast skrivliga innan 10 yrkadagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944