Spæl føroyskt vika í Kringvarpinum

Spæl føroyskt vika í Kringvarpinum
Dámar tær betri føroyskan tónleik enn útlendskan, kanst tú nú fegnast. Í næstu viku verður bert føroyskur tónleikur spældur í útvarpinum
Í næstu viku varpar Kringvarpið ljós á føroyskan tónleik, tá útvarpið bert spælir føroyskan tónleik og ikki útlendskan
 
07.03.2014 - 08:47

<p>Teitur, Tinganest, Black Birds, Ragnar í Vík, Fríðbjørg Jensen, M.C. Restorff, All That Rain, Toftakórið, Annika Hoydal, Magni Christiansen, Fróði og Deiggj og Hatespeech.</p>

<p>Savnið av bondum, plátum og fløgum í savninum hjá útvarpinum er stórt. So mikið stórt, at í næstu viku verður bert spældur føroyskur tónleikur dag og nátt í útvarpinum.</p>

<p>Spæl føroyskt vikan í útvarpinum, har føroyskur tónleikur verður spældur allan sólarringin, byrjar mánadagin 10. mars og endar sunnudagin 16. mars.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664