- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Petroleum: Íleggjarar fegnast um oljufundin
Enn er óvist, um nakað spyrst burtur úr oljundinum í Pil-leitibrunnin í Norðurhavi.
Okkurt bendir tó á, at íleggjarar meta útlitini fyri útvinslu av olju og gassi verða góð.
Í øllum førum vaks virðið á partabrævinum hjá Faroe Petroleum, sum eigur fjórðingin í leitibrunninum, munandi fyrrapartin.
Klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin var partabrævið 118,50 pence vert.
Tað er góð tíggju prosent meir enn virðið, tá keypsskálin í London lat aftur seinnapartin í gjár.
Úrslitini av boringunum í Pil-leitibrunninum koma væntandi um fáar vikur.
Avgjørt er at gera eina útvinsluroynd. Verður úrslitið jaligt, verður ein síðusporsbrunnur boraður fyri at kanna, hvussu víður olju- og gassfundurin er.
Pil er ein av trimum leiti- og metingarbrunnum, sum Faroe Petroleum er við í nú. Hinir eru Solberg, har eigur Faroe Petroleum 20 prosent, og Butch East í Norðsjónum, sum Faroe Petroleum eigur 15 prosent í.