U21 tapti fyri Rumenia

U21 tapti fyri Rumenia
Føroyska U-21 landsliðið tapti 3-1 fyri Rumenia í EM-undankappingardysti í Bukarest
 
05.03.2014 - 14:07

Hóast føroyska liðið kom á máltalvuna, var tað ikki nokk til at forða fyri tapi í Bukarest.

Rumenia kom á odda 1-0 við sjálvmáli frá føroyska verjuleikaranum, Sørmundi Kalsø. 

Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik økti Rumenia til 2-0.

Føroyar svaraðu aftur bara tveir minuttir seinni. Føroyar fingu brotsspark, og tað setti Gunnar Zachariasen í málið.

Tá 24 minuttir vóru eftir av dystinum økti Rumenia til 3-1, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.

 

Føroyska liðið:

Kristian Joensen

Bárður Hansen (liðskipari)

Hørður Askham

Sørmundur Kalsø

Pál Mohr Joensen

Tróndur Jensen

Brandur Olsen

Árni Frederiksberg (Heðin Hansen 86 min.)

Ari Ellingsgaard (Bogi R. Petersen 86 min.)

Rene S. Joensen (Poul Ingason 70 min.)

Gunnar Zachariassen

Føroyska U-21 landsliðið skal spæla ein dyst afturat í hesi EM-undankappingini. Hann verður 9.september á heimavølli móti Montenegro.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948