- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættur í Kairo bannar Hamas
Ein egyptiskur rættur hevur í dag bannað øllum virksemi hjá Hamas í Egyptalandi. Avgerðin skal byggja á royndina at fáa frið í lag í Egyptalandi, og at fáa Hamas burtur úr Gazageiranum.
Hamas er sprottið úr Muslimska Brøðralagnum, sum egyptiska stjórnin skýrir ein yvirgangsfelagsskap.
"Rætturin hevur bannað øllum virksemi hjá Hamas í Egyptalandi," sigur ein ónevndur dómari við Reuters.
Hóttan
Myndugleikarnir í Egyptalandi síggja Hamas sum ein stóran vanda fyri trygdina í landinum, og stjórnin ákærir Hamas fyri at stuðla Al-Quida-ávirkaðum yvirgangsbólkum á Sinai-hálvoynni.
Myndugleikarnir hava longu syrgt fyri at stongja skrivstovuna hjá Hamas í Kairo, skriva Reuters.
Kelda: Reuters/Haaretz