Lars Olsen væntar torføran dyst móti Gibraltar

Lars Olsen væntar torføran dyst móti Gibraltar
Lars Olsen væntar, at Gibraltar veruliga vil vísa, at teir hoyra heima í UEFA, og tí verður dysturin torførur
Lars Olsen á tíðindafundi við gibraltiskum fjølmiðlum
Mynd: Hans Erik Danielsen  
 
28.02.2014 - 23:07

- Hetta er ein gyltur møguleiki hjá Gibraltar at prógva, at teir kunnu spæla við í altjóða fótbólti, og tí vænti vit harða mótstøðu leygarkvøldið, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, millum annað á tíðindafundinum, sum varð hildin eitt gott samdøgur áðrenn landsdystin millum Gibraltar og Føroyar.

Á Gibraltar gera tey nógv burtur úr landsdystinum, og fyriskipararnir vænta, at tað verður útselt.

Mótstøðuliðið hjá føroyska landsliðnum leygarkvøldið er nýggjast limurin í UEFA. 

Fyrsti altjóða dysturin hjá Gibraltar varð spældur í november í fjør móti Slovakia. Dysturin endaði 0-0.

- Úrslitið ímóti Slovakia vísir, at Gibraltar hevur eitt gott landslið, og nú teir skulu spæla fyrsta dyst á heimavølli síðan limaskapin í UEFA, vilja teir gera alt fyri at vísa sínum áskoðarum, at tað var rætt at fara upp í altjóða fótbólt. Men vit eru væl fyrireikaðir, so eg vænti ein harðan og tættan dyst, segði Lars Olsen, við gibraltesisku fjølmiðlarnar.

Fyri júst trimum árum síðani spældu Gibraltar og Føroyar venjingardyst á Victoria Stadion. Gibraltar vann 3-0.

Dysturin millum Gibraltar og Føroyar leygarkvøldið verður eisini hesaferð á Victoria Stadion. Byrjað verður klokkan 19.00 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948