- Tíðindi, mentan og ítróttur
CIP: Føroyar eru fortíð
Føroyar eru fortíð hjá Copenhagen Infrastructure Partners.
Rúni Bro Róin, ein av stjórunum í CIP, sigur í samrøðu við Sosialin, at nú størsta, einstaka íløgan í føroyska undirstøðukervið er vorðin almenn, má staðfestast, at tá avtornaði gjørdi landsstýrið nakað annað, enn tað segði seg vilja gera.
Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, um málið um Eysturoyartunnilin, sum kortini ikki gjørdist privatur, hevur skatt Føroyar sum íløguland.
CIP einsamallir
Tá avtornaði var CIP tann einasti, sum hevði áhuga fyri at gera Eysturoyartunnilin eftir leistinum, sum landsstýrið ætlaði. Funnist varð at landsstýrinum, at CIP kundi krevja tað avkast av íløguni, sum felagið vildi.
Rúni Bro Róin sigur við Sosialin, at tað er altíð ein spurningur um at seta váðan upp ímóti avkastinum.
- Vil tú lata alt upp í hendurnar á tí, sum skal standa fyri verkætlanini, so er kravið um avkast størri, sigur hann.
Ikki longur á radarskíggjanum
- Føroyar eru ikki longur á radaraskíggjanum hjá CIP. Eysturoyartunnilin hevði verið ein minni íløga hjá okkum, og eg ivist í, hvussu nógvar íløgur av hasi støddini verða gjørdar í Føroyum, sigur Rúni Bro Róin í samrøðuni við Sosialin. Hann væntar, at milliónin, sum "break fee"-avtalan sigur, at CIP skal hava í endurgjaldi, kemur á kontu fyrsta dagin.