- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður loyvt at skjóta grágás
Tað skal verða loyvt at skjóta eftir grágás, sum hevur sett seg á velt lendi, fyri at styggja hana ella drepa hana.
Fiskimálaráðið hevur biðið løgtingið broyta fuglaveiðilógina fyri at avmarka skaðan, sum grágásin ger. Bøndur siga, at grágásin ger stóran skaða á bøin, og vilja tí hava loyvi til at skjóta gæsnar ella styggja tær við at skjóta eftir teimum.
Og kanningar, sum Búnaðarstovan hevur gjørt, vísa, at grágásin ger skaða á grasvøksturin. Sambært Búnaðarstovuni eru trý til seks prosent av lendinum í Føroyum velt lendi. Og bara, meðan grágás situr á veltum lendi, verður loyvt at skjóta hana. Soleiðis verður grágásin framvegis friðað á óveltum lendi.
Hevur nógvar vinir
Men sambært hoyringini hjá Fiskimálaráðnum hevur grágásin fleiri vinir enn óvinir í Føroyum. Sama, hvat Fiskimálaráðið, Búnaðarstovan og bøndur siga, mælir Umhvørvisstovan frá at gera lógarbroytingina. Umhvørvisstovan mælir í staðin til tíðaravmarkað undantak frá friðingini í tvey ár, meðan kannað verður, hvussu grágásin er fyri og hvønn skaða, hon veruliga ger.
Havstovan mælir rætt og slætt til at geva gæsnum frið og ikki broyta lógina. Søvn Landsins halda ikki, at neyðugt er at broyta lógina. Sambært galdandi lóg ber til at søkja um undantaksloyvi at skjóta grágás. Men eingin hevur søkt um slíkt loyvi seinastu árini.
Fuglafrøðifelagið sigur, at grágásin ger seg ikki inn á velt lendi. Og eingi vísindalig prógv eru fyri, at grágásin elvir til fíggjarligan miss hjá bóndunum, sigur Fuglafrøðifelagið.