Krevja trygdarvenjingar á Anitu

Krevja trygdarvenjingar á Anitu
Sjóvinnustýrið ger greitt, at skipið sleppur ikki at loysa, fyrr enn øll viðurskifti eru komin í rættlag
 
27.02.2014 - 15:40

Sjóvinnustýrið hevur givið reiðaranum á garnaskipinum Anitu boð um at skipa fyri trygdarvenjingum. Skipið sleppur ikki at loysa,  fyrr enn  enn øll viðurskifti eru komin í rættlag.

Tað sigur Jákup Poulsen, deildarleiðari á sýnsdeildini hjá Sjóvinnustýrinum. 

Sjófrágreiðing var fyrradagin í sambandi við vanlukkuna umborð á Anitu 11. februar, sum kravdi eitt mannalív. Í sjófrágreiðingini kom fram, at samsvar ikki var millum tað, sum teir avhoyrdu dekkararnir søgdu og tað, sum yvirmenninir søgdu um trygdarvenjingar, um trygdarútgerð, so sum knívar at kvetta við, og um hvussu long tíð gekk, frá tí at maðurin var fastur, til hann fór fyri borð.

Anita sleppur ongan veg

Sjóvinnustýrið kannar sambært Jákupi Poulsen øll tey viðurskiftini, sum ivi varð sáddur um í sjófrágreiðingini. Skipið sleppur ongan veg, fyrr enn Sjóvinnustýrið hevur fulla trygd fyri, at øll viðurskifti eru komin í rættlag. 

Søren Christiansen, reiðari, sigur, at trygdarvenjing verður umborð á Anitu í morgin ári.

Bólturin liggur hjá Sjóvinnustýrinum - eisini í spurninginum, um skiparin ella reiðaríið kunnu ábyrgjast í sambandi við deyðsvanlukkuna umborð. Men tann kanningin hevur ikki so nógv skund, og tekur eisini longur tíð at gera. Tann kanningin forðar ikki skipinum  at fara aftur til fiskiskap. Jákup Poulsen dugir ikki at siga, nær Sjóvinnustýrið kemur til eina niðurstøðu í málnum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981