- Tíðindi, mentan og ítróttur
Luftdálkingin í Beijing verri enn á nøkrum sinni
Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur nú tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum, sambært eini nýggjari frágreiðing, ið gjørd er.
Luftdálkingin er nú so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda.
Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd, skrivar Jyllands Posten.
Milliardir eru longu brúktar
Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini.
Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum.
Sambært almennu, kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, er ætlanin at steingja 300 verksmiðjur í Beijing, so luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum kann basast.
Luftdálkingin hóttir ferðavinnuna
Tað eru ikki bert íbúgvarnir í Beijing, sum eru í vanda orsakað av ógvusligu luftdálkingini. Luftdálkingin hóttir nú eisini ferðavinnuna í Kina, einamest í Beijing.
Fyrra hálvár í 2013 fall talið av ferðafólki í Beijing við 14 prosentum, samanborið við fyrra hálvár í 2012. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at luftdálkingin er orsøk til minkingina.
Í januar í ár var luftdálkingin í Beijing 40 ferðir størri enn loyvdu markvirðini hjá heimsheilsustovninum, WHO. Sýnið í Beijing er í løtuni í støðum minni enn 200 metrar.