- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland: Vilja hava ES-limaskap til fólkaatkvøðu
Um 3.000 fólk savnaðust í gjár uttan fyri altingið í Reykjavík at mótmæla ætlanini at taka aftur íslendsku umsóknina um samráðingar um limaskap í ES. Tey krevja fólkaatkvøðu um málið fyrst.
Íslendska stjórnin hevur verið fyri hvøssum atfinningum í sambandi við uppskotið, og fleiri taka undir við, at spurningurin skal leggjast út til fólkaatkvøðu.
Umleið 26.000 fólk hava skrivað undir áheitan á altingið um at skipa fyri fólkaatkvøðu.
Uppskot í altinginum
Uppskotið til samtyktar varð borið í altingið fríggjadagin, heitt verður á stjórnina um at taka aftur íslendsku umsóknina um samráðingar um limaskap í ES. Altingið er eisini biðið um at heita á stjórnina um ikki at søkja um limaskap í ES, uttan at umsóknin fyrst hevur verið til fólkaatkvøðu.
Undanfarna stjórn í Íslandi bað ES um samráðingar um limaskap. Samráðingarnar byrjaðu, men tær vóru ikki lidnar, tá valskeiðið var úti.
Stjórnin tapti síðani valið í fjør. Og nýggja stjórnin í Íslandi vil ikki hava Ísland í ES.