- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu fremja javnstøðu í Arktis
Føroyar eru við í einari verkætlan undir Arktiska Ráðnum, sum hevur til endamáls at fremja javnstøðu í Arktis.
Tað er Erika Anne Hayfield, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, sum í samstarvi við Løgmansskrivstovuna umboðar Føroyar í verkætlanini. Verkætlanin fer fram í einum arbeiðsbólki undir Arktiska Ráðnum, sum virkar fyri á burðardyggan hátt at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá fólkunum í Arktis.
Fráflyting
Fráflyting og undirskot av kvinnum eru avbjóðingar, sum Føroyar hava til felags við arktisku økini, og harafturat eru fleiri onnur øki, ið Føroyar kunnu samstarva um, tá talan er um javnstøðu í arktiskum høpi. Eitt nú um kyn og útbúgving, kyn og demografi, kyn og politikk, trygd og kynsfatanir og seksualitet, stendur í lýsingini av verkætlanini.
Sum liður í arbeiðinum verður skipað fyri eini ráðstevnu á Akureyri í Íslandi 29. og 30. oktober.