- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelsamráðingar í Edinburgh
Makrelsamráðingar í Edinburgh
Næsta samráðingarumfar verður mánadagin og týsdagin
25.02.2014 - 08:03
Næstu ferð, samráðingarfólkini hjá strandarlondunum hittast at tosa um makrelin, verður tað á heimavølli hjá ES.
Næsta samráðingarumfar verður mánadagin og týsdagin, og tað verður í Edinburgh í Skotlandi.
Skotland er tað landið í ES, sum hevur størstu makrelveiðuna, og serliga har hevur illstøðan verið stór móti Føroyum og Íslandi, sum krevja nógv meira makrel enn skotskir fiskimenn, politikarar og vinnulívsmenn halda uppá, at Føroyar og Ísland hava rætt til.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV