- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost hálva milliard í vinningi
Bakkafrost hevði meira enn hálva milliard í vinningi eftir skatt í fjør. Nettovinningurin í 2012 var 281 milliónir, góðar 300 milliónir minni enn í fjør. 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt varð úrslitið hjá samtakinum í 2013.
Góði laksaprísurin gav alideildini gott úrslit. Eftirspurningurin eftir laksi vaks skjótari enn útboðið, og hetta sæst aftur í laksaprísinum.
Missa fyri lidnar vørur
Men Bakkafrost missir framvegis pengar av sølusáttmálum fyri lidnar vørur. Orsøkin er, at prísurin fyri laksin, sum verður brúktur til lidnu vørurnar, er høgur. Samstundis eru avtalaðu prísirnir í sølusáttmálunum um lidnu vørurnar lægri enn prísurin á rávøruni, sum verður brúkt til framleiðsluna. Við ársenda 2013 var nettoskuldin hjá Bakkafrost samtakinum 678 milliónir krónur. Hon var 807 milliónir eitt ár frammanundan. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 684 milliónir krónur tann 31.desember í 2013.
Solvensurin 53%
Solvensurin hjá Bakkafrosti var 53% við árslok 2013. Av tí at úrslitið var so gott í fjør, skjýtur nevndin upp, at hvørt partabrævið fær 4,50 kr. í vinningsbýti.48 milliónir og 858.065 partabrøv eru í Bakkafrosti.