Bakkafrost: Góð útlit í ár

Bakkafrost: Góð útlit í ár
Bakkafrost hevur longu gjørt søluavtalur um 70 prosent av lidnu vørunum, sum ætlanin er at gera í ár
 
25.02.2014 - 07:52

Eftirspurningurin eftir laksi er framvegis stórur í 2014, men útboðið veksur ikki líka skjótt sum eftirspurningurin.Tí eru útlitini hjá Bakkafrosti góð í ár.

Tey, sum kenna marknaðin, meta, at útboðið økist fýra til seks prosent í ár og bara eitt prosent næsta ár.Kanningar vísa, at veksur útboðið seks til átta prosent, verður prísurin óbroyttur. 

Minni útboð

Veksur útboðið minni enn tað, hækkar laksaprísurin. Sambært metingunum veksur útboðið minni enn seks til átta prosent í ár og næsta ár, og tí væntar Bakkafrost betri laksaprís.Miðal laksaprísurin í 2013 var 39,07 norskrar krónur, 35 føroyskar, fyri kilo. 

Bakkafrost hevur longu gjørt søluavtalur um 70 prosent av lidnu vørunum, sum ætlanin er at gera í ár. Prisurin fyri lidnu vørurnar er betri í ár enn í fjør, upplýsir Bakkafrost.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981