- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit keypa tænastur uttanlands fyri 2,2 mia. kr.
Føroyingar keypa tænastur í øðrum londum fyri dupult so nógv sum tænastur verða seldar øðrum londum fyri.
Nýggjastu tølini eru frá 2012. Tey hevur Hagstovan kunngjørt. Sambært tølunum keyptu føroyingar tænastur uttanlands fyri 2,2 mia. kr. í 2012. Sama árið seldu føroyingar øðrum londum tænastur fyri 1,1 milliard.
Ein milliard meiri enn í 2005
Tær 2,2 milliardirnar í 2012 eru ein milliard meira enn í 2005. Men sølan av tænastum vaks bara hálva milliard frá 2005 til 2012.
Tænastur eru millum annað ferðafólka- og farmaflutningur og kunningartøkni. Keyp av tænastum uttanlands svaraði í 2012 til 22% av útreiðslunum á gjaldsjavnanum. Sølan svaraði til 12% av inntøkunum á gjaldsjavnanum.