- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn eitt nýtt línuskip í flotan
Enn eitt nýtt línuskip í flotan
Línuskipið Brimøy, sum partafelagið Fossá í Sandavági hevur keypt úr Noregi, kemur eftir ætlan til Føroya í næstu viku, skrivar Skipsportalurin.
21.02.2014 - 13:23
Skipið hevur fingið navnið Eivind, og Eivind fer at kosta einar 23 milliónir kr., tá hann er klárur at fara til fiskiskap, sigur reiðarin, Hálvdan Gudmundsen.
Eivind er frystilínuskip, og kann frysta 23 tons samdøgrið. Partafelagið Fossá hevur samstundis selt Venus til Noregs, og hann fer úr Føroyum sunnukvøldið. Fossá eigur eisini Havbúgvan, og hann verður verandi í vinnu, skrivar Skipsportalurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV