- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kaj Leo á landsliðið

Fyrrverandi Víkingsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu, sum nú spælir í Noreg, er úttikin ístaðin fyri Christian R. Mouritsen, sum hevur givið avboð.
Landsliðið skal venja í Mijas í suður Spania. Í samband við venjingarleguna er ein venjingardystur móti Gibraltar eisini á skránni.
Sum skilst verður arbeitt við at fáa ein venjingardyst afturat dystinum móti Gibraltar.
Fótbóltslandsliðið fer avstað til Spania komandi mikudag.
Hópurin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell FC (bert við til seinna dystin)
Tórður Thomsen, B36
Teitur Gestsson, HB
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland
Gunnar Haraldsen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK
Viljormur Davidsen, Vejle BK
Oddmar Færø, Forfar Athletic (bert við til seinna dystin)
Miðvallarar:
Hallur Hansson, AaB
Fróði Benjaminsen, HB
Karl Løkin, ÍF
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK
Heini Vatnsdal, HB
Gilli Sørensen, AaB
Pól Johannus Justinussen, EB/Streymur
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF
Framherjar:
Klæmint Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson
Páll Klettskarð, KÍ