- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunnilsviðgerð útsett
Fyrsta viðgerð skuldi annars vera týsdagin. Men Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at landsstýrið bað um at fáa viðgerðina flutta.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, bað fyri einari viku síðani løgtingið um loyvi til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Landskassin skal seta 400 mió. kr. í partafelagið, tær fyrstu 15 milliónirnar longu í ár, og tær seinastu hálvthundrað um tíggju ár.
Harafturat kann landskassin lata í mesta lagi tíggju milliónir krónur um árið til rakstur frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Hetta er tað, sum Teistin kostar at reka nú.
Ætlanin er, at bummgjaldið frá í Eysturoyartunlinum skal vera við til at fíggja Sandoyartunnilin.
Mett verður, at koyrandi verður millum Eysturoynna og Streymoynna í 2018 og millum Sandoynna og Streymoynna í 2021.
Fyrsta viðgerð verður í løgtinginum hósdagin 27.februar kl.11.00.