- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljufeløg skulu hava deild í Føroyum
Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at biðja løgtingið broyta kolvetnislógina. Sambært lógaruppskotinum skulu loyvishavar, sum ikki hava skrivstovu í Føroyum, í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir at lógarbroytingin er komin í gildi, hava stjóra ella deildarleiðara búgvandi í Føroyum.
Fimm feløg hava í løtuni loyvi at leita eftir olju og gassi í Føroyum. Tvey teirra hava ikki deild ella felag her - tey eru OMV og ExxonMobile.
Hetta kravið um fólk og deild í Føroyum var eisini fyrr. Men tá partafelagslógin varð broytt í 2008, var tað ikki longur eitt krav, at deildir, sum eru skrásettar í Føroyum, skulu hava deildarleiðara búgvandi í Føroyum.
Men Vinnumálaráðið heldur, at persónlig umboðan í Føroyum er umráðandi, tá oljufeløg fáa loyvi at virka her.