- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarmálið um Minnu byrjað
Ein 39 ára gomul donsk kvinna er ákærd fyri ikki at hava hjálpt einum menniskja í neyð, tá hon í fjør fór frá Minnu Michelsen úr Havn, sum hevði gingið seg fasta í einum mýrulendi við Nykøbing Falster í Danmark í fjør summar.
Minna sakk niður í mýruna og doyði.
Tað skrivar tíðindaportalurin, In.fo.
Rættarmálið er byrjað, og 39 ára gamla kvinnan noktar seg seka.
Sambært Ekstra Blaðnum hevur ákærda kvinnan greitt frá, at tað var Minna, sum skeyt upp, at tær skuldu fara eim umveg, sum gekk gjøgnum mýrulendið.
Fleiri enn fimm samdøgur gingu, áðrenn ákærda kvinnan greiddi løgregluni frá, at hon seinast hevði sæð Minnu Michelsen í mýrulendinum.
Tað var løgreglan, sum setti seg í samband við ákærdu kvinnuna, ti kanningar vístu, at tann ákærda og Minna Michelsen vórðu sæddar saman, áðrenn Minna Michelsen varð eftirlýst.