Met nógvar umsóknir um granskingarstuðul

Met nógvar umsóknir um granskingarstuðul
Granskingarráðið hevur fingið met nógvar umsóknir um granskingarstuðul í ár. 48 umsóknir komu inn
 
18.02.2014 - 15:49

Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti í gjár, vóru 48 umsóknir komnar. Tað er tað mesta nakrantíð.

Tað upplýsir ráðið á heimasíðuni.

Í fjør søktu 35 um granskingarstuðul.

Kvinnurnar hava betri hug at granska enn menninir.

Sambært Granskingarráðnum hava næstan tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn søkt um stuðul. 34 kvinnur og 14 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum.

Næstan helvtin av umsóknunum er til ph.d.-verkætlanir.

Hin helvtin er til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Granskingarráðið hevur 7 milliónir krónur at býta til bestu granskingarverkætlaninar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981