Seta spakan í

Seta spakan í
Hósdagin verður spakin settur í til útbyggingina av Tekniska Skúla í Klaksvík
 
17.02.2014 - 11:20

Útbyggingin er 1450 fermetrar, og harumframt verða bygningar bygdir saman. Herfyri varð skrivað undir sáttmálarnar við arbeiðstakararnar um útbyggingina.

Síðani farið varð undir matvøruútbúgvingina í Klaksvík, hevur tørvur verið á betri hølisviðurskiftum. Í hesm sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar, og Tekniski Skúli fer eftir útbyggingina at hýsa báðum hesum útbúgvingunum.

Eisini verða aðrar dagføringar gjørdar á skúlanum, upplýsir Landsverk. Sambært verklagslógini eru tilsamans 36 mió. krónur settar av til at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981