Íverksetarahúsið skal stimbra fólkaskúlan

Íverksetarahúsið skal stimbra fólkaskúlan
Mentamálaráðið og Íverksetarahúsið hava skrivað undir samstarvsavtalu, sum skal kveikja og leggja skúlunum lag á, sigur Mentamálaráðið
 
14.02.2014 - 13:26

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum hevur tikið stig til at menna undirvísingina í íverksetan í fólkaskúlanum og hevur skrivað undir nýggja samstarvsavtalu við Íverksetarahúsið, sum bæði skal vera kveikjari og leggja skúlunum lag á arbeiðið.

Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur.

Fólkaskúlin hevur eina fjøltáttaða uppgávu bæði við atliti at fakligu læringini og sosiala felagsskapinum, har næmingarnir læra at nýta og menna sínar mongu førleikar, ikki minst sítt hugflog, síni evni til støðutakan, at samstarva og í felag við onnur at finna loysnir.

 

Nýhugsan týdning

 

Nýhugsan og íverksetan er ein partur av teimum førleikum, ið spurt verður eftir, og tí verður áherðsla løgd á at geva næmingunum nøkur amboð og nakrar royndir á hesum øki.

Samstarvsavtalan við Íverksetarahúsið leggur dent á, at virkað verður fyri at menna áhugan hjá næmingum fólkaskúlans í íverksetan og at skipa so fyri, at næmingarnir fáa roynt síni skapandi evni, sítt hugflog og royndir í nýhugsan, har teir bæði fáa høvi til at arbeiða við og leggja fram egin hugskot.

Tí skulu skúlarnir saman við Íverksetarahúsinum læra næmingarnir at arbeiða við sínum egnu hugskotum, koma við uppskotum og velja burturúr, og síðani arbeiða við hugskotið um, hvussu tað verður ment frá tanka til eina lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.

 

Íverksetarahúsið drúgvar royndir

 

Íverksetarahúsið hevur drúgvar royndir á hesum øki og hevur seinastu árini hildið skeið fyri lærarum í íverksetan og skipað fyri kappingini SkúlaFM millum skúlar, ið hava 9. og 10. flokk, um besta úrslitið í teirra íverksetanararbeiði.

Finalan í SkúlaFM í ár verður í Skúlanum við Løkin í Runavík 28. februar.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at tað er umráðandi, at vit at nýta serkunnleikan hvør hjá øðrum, og at samstarvsavtalan millum Mentamálaráðið og Íverksetarahúsið er dømi um samstarv, sum fer at kveikja og menna førleikan hjá okkara unga ættarliði at arbeiða við íverksetan, brynja tey til at taka við nýggjum avbjóðingum og at seta sín dám á framtíðarsamfelagið, verður sagt í tíðindaskrivi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981