Richard Møller Nielsen deyður

Richard Møller Nielsen deyður
Richard Møller Nielsen, sum stóð á odda fyri danska landsliðnum sum vann EM í 1992, er deyður
Richard Møller Nielsen aftan á 2-0 sigurin á Týsklandi í EM-finaluni í 1992. Hann bleiv 76 ár
Mynd: Kim Agersten  
 
13.02.2014 - 12:43

Richard Møller Nielsen hevði leingi verið sjúkur, og í dag andaðist hann 76 ára gamal, skrivar Fyens Stiftstidende.

Richard Møller Nielsen var danskur landsliðsvenjari frá 1990 til 1996. Størsti sigurin hjá honum var tá Danmark vann EM í svøríki í 1992.

Í Danmark eydnaðist tað eisini "Richardo" sum venjara at vinna tvey meistaraheiti við barndómsfelagnum, OB, í 1977 og 1982.

Umframt at vera landsliðsvenjari hjá Danmark stóð Richard Møller Nielsen eisini á odda fyri Finnlandi (1996-1999) og Ísrael (2000-2002)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948