Hvast kjak millum pedagogar og lærarar um forskúla

Hvast kjak millum pedagogar og lærarar um forskúla
Ósemjan snýr seg millum annað um, hvørt umhvørvið í dagstovnunum ella umhvørvið í forskúlunum er mest mennandi fyri seks ára gomlu børnini
Í forskúlanum fer málsliga menningin fram gjøgnum spæl
 
21.01.2014 - 14:07

Kjakið um forskúlar er byrja aftur, nú ein forskúli aftrat verður settur á stovn í Føroyum. Tað er skúlin á Argjahamri, sum hevur ætlanir um, at seta á stovn ein forskúla. 

Bæði formaðurin hjá Pedagogfelagnum Maud Vang Hansen og formaðurin í lærarafelagnum Herálvur Jacobsen hava í greinum á heimasíðunum hjá feløgunum, ákært hvønn annan fyri ikki at virða tað arbeiða, sum verður framt á ávikavíst skúlunum og dagstovnunum.

Ósemjan snýr seg millum annað um, hvørt umhvørvið í dagstovnunum ella umhvørvið í forskúlunum er mest mennandi fyri tey seks ára gomlu børnini. 

Ein sólskinssøga á Toftum

Men samstarvið millum lærarar og pedagogar riggar væl fleiri staðnis í landinum. Millum annað samstarvið um grundskúla millum Barnagarðin á Svangaskarði og Tofta skúla.

Á heimasíðuni hjá Nes kommuna stendur, at ein verkætlan byrjaði í 2013 millum barnagarðin og skúlan um málsligu menninginga hjá teimum 6 ára gomlu børnunum, og á einum eftirmetingarfundi var niðurstøðan, at verkætlanin hon gingist væl.

Barnagarðurin á Svangaskarði og Tofta skúli hava havt eitt gott óformelt samstarv um skúlabólkin hjá barnagarðinum í fleiri ár, men í 2013 var farið undir eitt meiri formligt samstarv.

Fakligt samstarv

Endamálið er at byggja brýr millum barnagarð og skúla, samstundis sum at fakbólkarnir samstarva á námsfrøðiligum grundarlagi, skrivqar Nes kommuna. Talan er um málsliga menning gjøgnum spæl. Málspølini er so eisini ein kendur partur av undirvísingini í byrjanini av 1. flokki. 

Verkætlanin er skipað soleiðis, at frá januar mánað er komandi føroysktlærarin hjá børnunum knýttur til arbeiðið í skúlabólkinum, í barnagarðinum nakrar tímar um vikuna, og tá ið børnini byrja í skúla í august, er námsfrøðingurin knýttur til arbeiðið í 1. flokki í skúlanum nakrar tímar um vikuna.

Tað er Nes kommuna sum stuðlar og fíggjar verkætlanina, og verkætlanin heldur fram í 2014, skrivar Nes kommuna á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981