- Tíðindi, mentan og ítróttur
Æltaði sær ólógliga til USA umvegis Føroyar
Rumenin vendi sær sjálvur til løgregluna í Havn, tá hann kom til Føroya fríggjadagin, tí hann hevði einki stað at vera.
Maðurin hevur greitt løgregluni frá, at æltan hansara var at fara til USA at hitta eina kvinnu, sum hann hevði fingið samband við á internetinum.
Men hann fekk ikki innferðarloyvi til USA, og tí royndi hann aðar leiðir.
Vildi ólógliga inn í USA
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini sigur, at maðurin hevur greitt frá, at eftirsum hann ikki fekk innferðarloyvi, royndi hann ístaðin at sleppa ólógliga inn í USA.
Hann fór úr rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, til London síðst í novembermánaði, og fáar dagar seinni víðari við flogfari til Íslands.
Hann var í Íslandi nakrar vikur, til hann á jólum fór víðari við flogfari til Kulusuk í Grønlandi.
Umvegis Føroyar
Hann helt seg hava møguleika at sleppa til USA uttan innferðarloyvi um hann fór umvegis Kanada. Men so var ikki, og tí fór hann aftur til Íslands.
Har hitti hann onkran, sum segði, at tað bar til at koma til USA umvegis Føroyar. Tí kom hann higar fríggjadagin.
Løgreglan í Íslandi tekur ímóti honum, tá hann í dag kemur til Íslands. Hann er skuldsettur fyri stuldur har. Løgreglan í Føroyum ger ikki meira við málið.