Sildasamráðingarnar niðurlagdar

Sildasamráðingarnar niðurlagdar
Heldur ikki hesaferð spurdist nakað burtur úr strandalandasamráðingunum um sild
Samráðingarnar við hini strandarlondini verða tiknar uppaftur í januar
 
11.12.2013 - 10:02

Samráðingarnar um sild, sum vóru í London í gjár, eru ikki slitnaðar, men niðurlagdar, upplýsir Fiskimálaráðið.

Føroyar fara næstu vikurnar at hava samráðingar við hini strandarlondini hvørt sær til tess at mýkja støðuna.

Samráðingarnar við øll hini strandarlondini verða ikki tiknar uppaftur fyrr enn í januar, tá londini eru liðug at tingast hvørt sær.

Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London og Felagið Nótaskip mannaðu føroysku sendinevndina á fundinum í London í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981