Svarar fyrispurningi frá Kára P. Højgaard

Svarar fyrispurningi frá Kára P. Højgaard
Annika Olsen (F) hevur svarað spurningi frá Kára P. Højgaard (Sj) um avleiðingarnar, nú játtanin til eldraøkið skal lækka 4,6 mió. kr. næsta ár
Síðani spariætlanin fyri eldraøkið varð løgd, eru fíggjarligu fortreytirnar broyttar við eykajáttanum í ár, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna
 
05.12.2013 - 11:10

 

Fíggjarnevndin er biðin um at hækka játtanina til eldraøkið slakar 3,7 mió. kr. næsta ár. Landsstýrið hevur sent Fíggjarnevndini broytingar í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2014.

Millum annað biður Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, um slakar 3,7 mió. kr. afturat til eldraøkið.

Annika Olsen hevur svarað spurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um avleiðingarnar, nú játtanin til eldraøkið skal lækka 4,6 mió. kr. næsta ár. Tað stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið.

 

Spariætlan

Annika Olsen sigur, at síðani spariætlanin fyri eldraøkið varð løgd, eru fíggjarligu fortreytirnar broyttar við eykajáttanum í ár.

Landsstýriskvinnan heldur tó fast um, at neyðugt er at halda fram við ætlanini at umskipa ótíðarhóskandi eldrasambýli. Hon væntar kortini ikki, at hendan ætlan ber á mál næsta ár.

Men fyri at leggja upp fyri, at sparingarnar, sum ikki bera á mál í 2014, fáa avleiðingar fyri tænastuna á eldraøkinum, hevur landsstýriskvinnan í broytingaruppskoti til Fíggjarnevndina biðið um, at játtanin til eldraøkið verður hækkað í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344