På vegne af Kongeriget Danmark

På vegne af Kongeriget Danmark
Landsstýrið hevur fingið fulltrú frá donsku stjórini at virka ríkisins vegna í sambandi við at Føroyar hava stevnt ES inn fyri gerðarrætt
Føroyar sleppa at virka ríkisins vegna, er kongsríkið Danmark formligi mótparturin hjá ES í kærumálinum í WTO
 
04.12.2013 - 09:25

 

Danska stjórnin hevur givið landsstýrinum fulltrú at virka "på vegne af Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne", nú landsstýrið hevur kært ES til heimshandilsfelagsskapin WTO. Tað stendur í einum uppriti hjá danska Uttanríkisráðnum.

Føroyar bóðu tann 4.november WTO um at viðgera handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum. Men Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO. Ríkið Danmark er limur í WTO, so tí noyddist landsstýrið at biðja Danmark um fulltrú til at fara í WTO við ES. Og tað fekk landsstýrið.

Hóast Føroyar sleppa at virka ríkisins vegna, er kongsríkið Danmark formligi mótparturin hjá ES í kærumálinum í WTO. Tað sama hendi í august, tá Føroyar stevndu ES inn fyri gerðarrætt eftir reglunum í havrættarsáttmálanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896