- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skriva nú álit til fíggjarlógina
Í næstu viku fer fíggjarnevndin at skriva álitið til fíggjarlógina fyri 2014. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, roknar við, at álitið er klárt at leggja fyri løgtingið um hálvan desember.
Arbeiðið í fíggjarnevndini er komið so mikið áleiðis, at nevndin er til reiðar at fara undir at orða álitið.
- Fyribils arbeiða vit saman, men um tað verður ein samd nevnd, sum leggur álitið fram, ber ikki til at siga enn, sigur Bárður Nielsen.
Broytingaruppskot frá Fíggjarmálaráðnum
Í løtuni bíðar nevndin eftir, at Fíggjarmálaráðið skal koma við broytingaruppskotum, sum skulu dagføra fíggjarlógaruppskotið, Tað er bygt á nýggjastu metingarnar.
Bárður Nielsen væntar at fáa hetta uppskotið í dag, so tað kann takast við á fundinum í fíggjarnevndini í morgin.
Í næstu viku verða tær nýggjastu inntøkumetingarnar fyri landskassan latnar nevndini, og so er klárt at fara undir at skriva álitið frá fíggjarnevndini, sigur Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður.