- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sirið Stenberg spyr um aðra havn til Smyril
Sirið Stenberg spyr um aðra havn til Smyril
Tørvur er á alternativari havn til skipið í stundini, sigur løgtingskvinnan
28.11.2013 - 09:36
Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um hann fer at virka fyri, at Smyril hevur alternativa havn at fara í, tá tað ikki ber til at leggja at í Havn.
Hon hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum ein grein 52-spurning, sum skal svarast skrivliga.
Sirið Stenberg sigur, at støðan á suðuroyarleiðini er ótolandi í løtuni. Óvissan, avlýsingar og seinkingar eru sera stórur bági fyri fólk og vinnuna.
Tað kann taka drúgva tíð at bíða, til Smyril er umvældur, og tí er tørvur á eini bráðfeingis loysn á alternativari havn til skipið í stundini, sigur Sirið Stenberg í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV