- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi við børnum skulu hava stuðul alt árið
Lesandi, sum eiga børn og fáa hægra lestrarstuðulin, eiga at fáa stuðul alt árið, og ikki bara í 11 mánaðir.
Tað mælir Henrik Old, løgtingsmaður, til í einum uppskoti, um at broyta lógina um lestrarstuðul. Økti lestrarstuðulin skal vera galdandi fyri tey, sum eru undir útbúgving á miðnámi og hægri útbúgvingum í Føroyum.
Eiga ikki at setast aftur
At eiga børn ger tað truplari at fáa lønandi arbeiði í frítíðini. Tí fer broytingin at hava við sær, at ung, sum eiga børn og ivast í at fara undir útbúgving, ikki setast aftur. Henrik Old hevur fingið at vita frá Studna, at av teimum sum lesa á miðnámi, eiga 110 eitt barn, og 68 fleiri enn eitt barn.
Tá talan er um hægri útbúgvingar, eiga 168 eitt barn, og 270 fleiri enn eitt barn. Tí eiga tey lesandi við barni ella børnum at fáa hægra stuðulin í 12 mánaðir, sigur Henrik Old.