Íslendingar vilja hava fólkaatkvøðu um ES

Íslendingar vilja hava fólkaatkvøðu um ES
Nýggj kanning vísir, at 10 prosent fleiri eru fyri ES-limaskapi nú enn fyri hálvum ári síðani
 
27.11.2013 - 08:15

80 prosent av íslendingum vilja hava fólkaatkvøðu um ES-limaskap, og 42 prosent av eru fyri, at Ísland gerst limur í Evropasamveldinum. Tað vísir nýggj kanning, sum Capacent Gallup hevur gjørt, og sum er almannakunngjørd í íslendska Fréttablaðnum.

Úrslitið vísir, at 10 prosent fleiri eru fyri ES limaskapi, síðani seinasta meiningakanning varð gjørd fyri seks mánaðum síðani. Í mai mánaði vísti kanning, at 68 prosent av íslendingum vóru ímóti ES-limaskapi. Tey eru nú vorðin færri - 58 prosent eru ímóti.

80 prosent av teimum spurdu vilja hava fólkaatkvøðu um, hvørt Ísland skal fara undir endaligu samráðingarnar við ES um limaskap. Eitt av fystu málunum hjá nýggju íslendsku stjórnini, sum tók við í mai, var at steðga samráðingunum við ES um limaskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155