- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES setur tiltøk móti Iran úr gildi
ES fer væntandi ar seta tiltøkini móti Iran úr gildi í desember, sigur franski uttanríkisráðharrin.
- Uttanríkisráðharrarnir í ES-londum fara um fáar vikur at viðgera spurningin um at seta nøkur tiltøk úr gildi. Tað verður væntandi í desember, sigur franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, við útvarpsstøðina Europe 1, sambært Reuters.
Avtala gjørd um kjarnoku
Tiltøkini verða sett úr gildi, tí avtala er gjørd við Iran um kjarnorku. Samráðst hevur verið í eitt hálvt ár, og um vikuskiftið eydnaðist at semjast um avtaluna í Geneve.
Hon ber m.a. í sær, at Iran gevst at ríka uran, og afturfyri lovar altjóða samfelagið ikki at samtykkja nýggj tiltøk næsta hálva árið, tá ætlanin er at gera eina meiri víðfevnda avtalu millum Iran og stórveldini.
- Tiltøkini, sum verða sett úr gildi, verða avmarkað, og tey kunnu verða sett í gildi aftur, sigur franski uttanríkisráðharrin