- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen Niclasen: Tunnilssemja í næstu viku
Jørgen Niclasen: Tunnilssemja í næstu viku
Landsstýrismaðurin heldur góðar møguleikar vera at finna breiða semju fyri jól
20.11.2013 - 11:47
Samgongan er helst komin til eina semju um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í næstu viku, og síðani verður farið til andstøðuna at royna at finna semju.
Hetta segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, í løgtinginum fyri løtu síðani.
Hann svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, sum vildi vita, hvat røkist fyri at koma á mál í spurninginum um Skálafjarðartunnilin.
Jørgen Niclasen segði, at hann helt, at málið ikki var so eldfimt nú, sum tað hevur verið, og at allir partar tykjast vilja finna fram til semju.
Hann segði seg hava eina góða kenslu um at finna fram til eina breiða semju fyri jól.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV