14 filmar kappast um Geytan

14 filmar kappast um Geytan
Seinnapartin í dag kl. 15.00 var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. desember
 
15.11.2013 - 16:17

Inn komu fráboðanir um 14 føroyskar stuttfilmar, sum kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina, sum fyrstu ferð vóru lætnar í fjør.

Krøvini til stuttfilmarnar eru, at teir ikki eru longri enn 30 minuttir. Stuttfilmarnir kunnu vera spælifilmur, listarfilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur.

Longsti filmur, sum er komin inn, er akkurát 30 minuttir og teir báðir stytstu filmarnir eru 4 minuttir.

 

25.000 krónur

Tað er Norðurlandahúsið, ið letur Geytavirðislønina, sum er 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt.

Filmsnevndin sigur, at dømingin byggir á søgu, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 krónur. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Meira Blaustein, sum er listarligur leiðari á Woodstock Film Festival í USA.

 

Kelda: nlh.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835