Stríðið móti diabetes tapt

Stríðið móti diabetes tapt
Stríðið ímóti diabetes tykist at vera tapt. Tí sætta hvørt sekund doyr eitt fólk av diabetes
 
14.11.2013 - 16:00

Arbeiðið við at avmarka diabetes virkar ikki.

Tá árið er úti, hava 382 miljónir fólk kring heimin diabetes, og so nógv hava ongantíð fyrr havt sjúkuna, upplýsir altjóða diabetesfelagið, á altjóða degnum fyri diabetes, sum er í dag.

Nógv tey flestu hava typu 2 diabetes, og hon kemur av fiti og ov lítlari rørslu.

Altjóða diabetesfelagið, IDF, upplýsir, at í fjør høvdu 371 milliónir fólk diabetes. Hildið verður, at talið fer at økjast uppí 592 milliónir fólk í 2035.

 

Støðan versnar hvørt ár

Hvørt ár doyggja 5,1 milliónir fólk av diabetes.

- Støðan versnar hvørt ár, og gongdin er tann sama um allan heimin, sigur David Whiting, serfrøðingur í fólkaheilsu.

Tí mugu polittikararnir taka annað skinn um bak, so fólk fáast at broyta lívsháttin.

Altjóða diabetesfelagið upplýsir, at viðgerðin fyri diabetes nú kostar 3.000 milliardir krónur um árið, og útreiðslurnar økjast hvørt ár.

Tá talan er um diabetes, stendur ringast til í Kina, og í londunum í vestara partinum av Kyrrahavinum. Har hevur triðjahvørt vaksið fólk diabetes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772